Verklag
Fólk til verklagsarbeiðið

Vit leita eftir jørðarbeiðarum til verkætlanir í runt í Føroyum. Tú verður partur av okkara verklagsarbeiði, sum gevur fleiri møguleikar fyri eini spennandi yrkisleið í ArtiCon.

Hevur tú hug at arbeiða í einum mennandi og fjølbroyttum umhvørvi við avbjóðingum hvønn dag, so er tað tær, vit leita eftir.

Arbeiðsøki

Tú kemur millum annað at arbeiða við fylgjandi uppgávum:

  • Seta kantsteinar
  • Leggja rør
  • Hegna og laða grótgarðar
  • Fríðkan og gróður.
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur

Tín vangamynd

Tú verður partur av einum toymi, har vit stuðla hvør øðrum at røkka settum málum.

Vit vænta, at tú:

  • er røkin og álítandi
  • er arbeiðsom/-samur
  • hevur góð samstarvsevnir

Vit bjóða

  • Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.
  • Nútímans útgerð.
  • Tú hevur eisini møguleika at menna teg bæði fakliga og persónliga.
  • Eitt arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, trygd og trivnað.
  • Eitt fjølbrott arbeiðspláss, har vit burðardygd hevur týdning.

Løn

Starvið verður sett skjótast til ber. Lønin og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.

Application due
01.07.2024

Start date
Byrja skjótast til ber

Work hours


Position category
Ófaklærd

Position type
Verklag

Workplace
Føroyar

Contact
Torleif Waagstein 
Framleiðsluleiðari
+298 350700
+298 216122
 
 
 


Follow us