Summarstarv í eindini Barnaverndarstovnar

Um størvini

Starvsstaðurin er í Havn. Arbeitt verður í skiftandi vaktum allar dagar í viku. Tíðarskeiðið er frá 01.06.2024 til 31.08.2024. Tú ert eisini vælkomin at søkja, hóast tú ikki ert tøk/-ur alt tíðarskeiðið.

Arbeiðsuppgávur

Eindin virkar samsvarandi barnaverndarlógini og arbeiðir eftir avgerðum frá Kærustovninum og í samstarvi við Barnaverndartænasturnar.

Talan er um sosialnámsfrøðiligt arbeiði, har arbeiðsuppgávurnar og málini eru at virka fyri, at børnini fáa bestu og røttu viðgerðina. Uppgávan er at hava umsorganina fyri børnunum, at geva teimum eitt heimligt umhvørvi og sosialnámsfrøðiliga viðgerð.

Arbeitt verður út frá KRAP-arbeiðsháttinum, sum inniheldur sosialnámsfrøðilig og sálarfrøðilig háttaløg, sum tekur útgangsstøði í kognitivum viðgerðarhættum.

Førleikar

Søkt verður fyrst og fremst eftir fólki við útbúgving ella lesandi í hesum fakbólkum:

  • Námsfrøðingar
  • Sjúkrarøktarfrøðingar
  • Heilsurøktarar
  • Heilsuhjálparar
  • Ergoterapeutar
  • Fysioterapeutar
  • Sosialráðgevar

Umsøkjarar við aðrari bakgrund eru eisini vælkomnir at søkja.

Væntanir

Vit vænta, at tú hevur eina jaliga menniskjafatan, og at tú fært børnini at kenna seg vird, hoyrd og sædd. Tú ert tænastusinnað/-ur og vilt virka fyri, at børnini verða settur í miðdepilin. Dentur verður lagdur á gott samstarv og áræði. Vit vænta okkum tolnar, fyrikomandi og hjálpsamar starvsfelagar, sum trívast í einum umskiftandi arbeiðsdegi.

Vit kunnu bjóða

  • Møguleikan at nema góðar og viðkomandi arbeiðsroyndir.
  • Eitt spennandi starv við fjølbroyttum uppgávum, við møguleika fyri fakligari og persónligari menning.
  • Góða upplæring.
  • Góðar arbeiðsumstøður og ein vælvirkandi starvsfólkabólk, har dentur verður lagdur á trivna og fakligheit.

Barnaváttan

Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur Almannaverkið skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum.

Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið, Heilsuhjálparafelag Føroya, Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelag Føroya og Starvsfelagið.

Umsókn

Tú søkir starv við at trýsta á grøna knøttin "Søk starvið".

Freist

Send okkum tína umsókn skjótast gjørligt og í seinasta lagi 01.07.2024 kl. 23.00. Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær koma inn.

Nærri upplýsingar

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Juliannu Næs Olsen, eindarleiðara, á tlf. 297426. Les meira um eindina Barnaverndarstovnar her.

Almannaverkið strembar eftir at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum til Føroya fólk á øllum virkisøkjum stovnsins.

Almannaverkið umsitur fyri góðar 2 milliardir krónur á løgtingslógini fyri 2023, og til samans starvast meira enn 1200 fólk í Almannaverkinum.

Leiðslan í Almannaverkinum er skipað við almannastjóra, fíggjarstjóra, trivnaðarstjóra og viðskiftastjóra. Trivnaðardepilin umsitur allar trivnaðartænastur, og Viðskiftadepilin umsitur sosiala fyrisiting og útgjald av veitingum.

Almannaverkið virkar um allar Føroyar og veitir umleið 1000 trivnaðartænastur til góðar 750 borgarar, ið fáa tænastur á bústøðum, verkstøðum, dag- og frítíðartilboðum, umlættingartilboðum, stuðulstilboðum og barnavernd í fleiri enn 88 bygningum kring alt landið. Fleiri enn 20.000 hjálpartól eru lænt út at betra um lívið hjá borgarum og fleiri enn 950 borgarar fáa endur- og viðlíkahaldsvenjing fyri at vinna førleikan aftur. Hvørt ár gera vit 240.000 peningaflytingar og taka 16.300 avgerðir.

Endamálið hjá Almannaverkinum er at skapa tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív. Hesum stremba starvsfólkini eftir at røkka við at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Almannaverkið leggur dent á javnvirði, eldhuga, trivnað, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap í gerandisdegnum, og virðini skulu endurspeglast í øllum virki okkara.

Workplace
Streymoy
Work hours
Skiftandi vaktir
Attachments

Application due
01.07.2024
Questions regarding the position
[Project.ContactPerson1.ProfileImage-]
Julianna Næs Olsen 
Eindarleiðari
[Project.ContactPerson2.ProfileImage-]
 
[Project.ContactPerson3.ProfileImage-]
 
Homepage
http://av.fo/
Follow us