Summarstarv í eindini Autisma

Um størvini

Starvsstaðurin er í Streymoy ella Norðoyggjum. Arbeitt verður í skiftandi vaktum allar dagar í viku. Tíðarskeiðið er frá 01.06.2024 til 31.08.2024. Tú ert eisini vælkomin at søkja, hóast tú ikki ert tøk/-ur alt tíðarskeiðið.

Arbeiðsuppgávur

Eindin Autisma veitir bútilboð til børn, ung, vaksin og eldri við autismu og menningartarni.

Uppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar. Vit arbeiða fyri, at fólkini fáa tænastu á høgum støði. Vit leggja dent á møguleikar heldur enn forðingar, og miða eftir at skipa rætta námsfrøðiliga stuðulin og umsorganina til tað einstaka búfólkið.

Vit arbeiða eftir KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har vit tilvitað arbeiða viðurkennandi við relatiónum og út frá sterku síðunum hjá tí einstaka. Vit arbeiða bæði fyri at menna førleikar og halda verandi førleikar við líka.

Førleikar

Søkt verður fyrst og fremst eftir fólki við útbúgving ella lesandi í hesum fakbólkum:

  • Námsfrøðingar
  • Sjúkrarøktarfrøðingar
  • Heilsurøktarar
  • Heilsuhjálparar
  • Ergoterapeutar
  • Fysioterapeutar
  • Sosialráðgevar

Umsøkjarar við aðrari bakgrund eru eisini vælkomnir at søkja.

Væntanir

Vit vænta, at tú hevur eina jaliga menniskjafatan, og at tú fært búfólkini at kenna seg vird, hoyrd og sædd. Tú ert tænastusinnað/-ur og vilt virka fyri, at borgarin verður settur í miðdepilin. Dentur verður lagdur á gott samstarv og áræði. Vit vænta okkum tolnar, fyrikomandi og hjálpsamar starvsfelagar, sum trívast í einum umskiftandi arbeiðsdegi.

Vit kunnu bjóða

  • Møguleikan at nema góðar og viðkomandi arbeiðsroyndir.
  • Eitt spennandi starv við fjølbroyttum uppgávum, við møguleika fyri fakligari og persónligari menning.
  • Góða upplæring.
  • Góðar arbeiðsumstøður og ein vælvirkandi starvsfólkabólk, har dentur verður lagdur á trivna og fakligheit.

Barnaváttan

Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur Almannaverkið skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum.

Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið, Heilsuhjálparafelag Føroya, Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelag Føroya og Starvsfelagið.

Umsókn

Tú søkir starv við at trýsta á grøna knøttin "Søk starvið".

Freist

Send okkum tína umsókn skjótast gjørligt og í seinasta lagi 01.07.2024 kl. 23.00. Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær koma inn.

Nærri upplýsingar

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Elisabeth Christiansen, eindarleiðara, á tlf. 297416. Les meira um eindina Autismu her.

Almannaverkið strembar eftir at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum til Føroya fólk á øllum virkisøkjum stovnsins.

Almannaverkið umsitur fyri góðar 2 milliardir krónur á løgtingslógini fyri 2023, og til samans starvast meira enn 1200 fólk í Almannaverkinum.

Leiðslan í Almannaverkinum er skipað við almannastjóra, fíggjarstjóra, trivnaðarstjóra og viðskiftastjóra. Trivnaðardepilin umsitur allar trivnaðartænastur, og Viðskiftadepilin umsitur sosiala fyrisiting og útgjald av veitingum.

Almannaverkið virkar um allar Føroyar og veitir umleið 1000 trivnaðartænastur til góðar 750 borgarar, ið fáa tænastur á bústøðum, verkstøðum, dag- og frítíðartilboðum, umlættingartilboðum, stuðulstilboðum og barnavernd í fleiri enn 88 bygningum kring alt landið. Fleiri enn 20.000 hjálpartól eru lænt út at betra um lívið hjá borgarum og fleiri enn 950 borgarar fáa endur- og viðlíkahaldsvenjing fyri at vinna førleikan aftur. Hvørt ár gera vit 240.000 peningaflytingar og taka 16.300 avgerðir.

Endamálið hjá Almannaverkinum er at skapa tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív. Hesum stremba starvsfólkini eftir at røkka við at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Almannaverkið leggur dent á javnvirði, eldhuga, trivnað, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap í gerandisdegnum, og virðini skulu endurspeglast í øllum virki okkara.

Workplace
Norðuroyggjar, Streymoy
Work hours
Skiftandi vaktir
Attachments

Application due
01.07.2024
Questions regarding the position
[Project.ContactPerson1.ProfileImage-]
Elisabeth Christiansen 
Eindarleiðari
[Project.ContactPerson2.ProfileImage-]
 
[Project.ContactPerson3.ProfileImage-]
 
Homepage
http://av.fo/
Follow us