Aloysarar til eindina Barnaverndarstovnar í Havn

Um starvið

Talan er avloysarastarv í skiftandi vaktum allar dagar í viku. Starvsstaðurin er í Havn.

Arbeiðsuppgávur

Eindin Barnaverndarstovnar virkar samsvarandi barnaverndarlógini og arbeiðir eftir avgerðum frá Kærustovninum og í samstarvi við Barnaverndartænasturnar.

Talan er um námsfrøðiligt arbeiði, har arbeiðsuppgávurnar og málini eru at virka fyri, at børnini fáa bestu og røttu viðgerðina. Uppgávan er at hava umsorganina fyri børnunum, at geva teimum eitt heimligt umhvørvi og námsfrøðiliga viðgerð.

Arbeitt verður út frá KRAP-arbeiðsháttinum, sum inniheldur sosialnámsfrøðilig og sálarfrøðilig háttaløg, sum tekur útgangsstøði í kognitivum viðgerðarhættum.

Førleikar

Øll eru vælkomin at søkja, men vit ynskja fyrst og fremst avloysarar við útbúgving ella sum eru lesandi innan fakbólkarnar námsfrøðingur, sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari, heilsuhjálpari, ergoterapeutur, fysioterapeutur ella sosialráðgevi. Tú skalt vera 25 ár ella eldri.

Væntanir

Vit vænta, at tú hevur eina jaliga menniskjafatan, og at tú fært borgaran at kenna seg virdan, hoyrdan og sæddan. Tú ert tænastusinnað/-ur og vilt virka fyri, at borgarin verður settur í miðdepilin. Dentur verður lagdur á gott samstarv og áræði. Vit vænta okkum tolnar, fyrikomandi og hjálpsamar starvsfelagar, sum trívast í einum umskiftandi arbeiðsdegi.

Vit kunnu bjóða

  • Eitt spennandi starv við fjølbroyttum uppgávum, við møguleika fyri fakligari og persónligari menning.
  • Góða upplæring.
  • Góðar arbeiðsumstøður, har dentur verður lagdur á trivna og fakligheit.

Barnaváttan

Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur Almannaverkið skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Veitingar og tænastur, Barnaverndarstovnar. Tann, ið verður sett/-ur, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Tú verður lønt/-ur við tímaløn sambært einum av hesum sáttmálunum, sum Fíggjarmálaráðið hevur við: Føroya Pedagogfelag fyri námsfrøðingar, Føroya Pedagogfelag fyri hjálparfólk, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið, Heilsuhjálparafelag Føroya, Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelag Føroya ella Starvsfelagið.

Umsókn

Tú søkir við at trýsta á grøna knøttin "Søk starvið".

Freist

Eingin umsóknarfreist er, og umsóknir verða viðgjørdar so hvørt, tær koma inn. Vit seta okkum í samband við teg í seinasta lagi ein mánað eftir, at umsóknin varð móttikin.

Nærri upplýsingar

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Juliannu Næs Olsen, eindarleiðara, á tlf. 297426. Les meira um eindina her.

Almannaverkið strembar eftir at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum til Føroya fólk á øllum virkisøkjum stovnsins.

Almannaverkið umsitur fyri góðar 2,2 milliardir krónur á løgtingslógini fyri 2025, og til samans starvast meira enn 1200 fólk í Almannaverkinum.

Almannaverkið virkar um allar Føroyar og veitir umleið 1000 trivnaðartænastur til fleiri enn 800 borgarar, ið fáa tænastur á bústøðum, verkstøðum, dag- og frítíðartilboðum, umlættingartilboðum, stuðulstilboðum og barnavernd í fleiri enn 88 bygningum kring alt landið. Umleið 18.000 hjálpartól eru lænt út at betra um lívið hjá borgarum og fleiri enn 950 borgarar fáa endur- og viðlíkahaldsvenjing fyri at vinna førleikan aftur. Hvørt ár gera vit 240.000 peningaflytingar og taka 16.300 avgerðir.

Endamálið hjá Almannaverkinum er at skapa tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív. Hesum stremba starvsfólkini eftir at røkka við at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Almannaverkið leggur dent á javnvirði, eldhuga, trivnað, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap í gerandisdegnum, og virðini skulu endurspeglast í øllum virki okkara.

Workplace
Streymoy
Work hours
Skiftandi vaktir
Attachments

Application due
Questions regarding the position
[Project.ContactPerson1.ProfileImage-]
Julianna Næs Olsen 
Eindarleiðari
[Project.ContactPerson2.ProfileImage-]
 
[Project.ContactPerson3.ProfileImage-]
 
Homepage
http://av.fo/
Follow us