Summarstarv í Almannaverkinum

Vilt tú gera mun í summar?

Okkum tørvar summarferiuavloysarar kring alt landið. Søkt verður fyrst og fremst eftir fólki við útbúgving ella lesandi í hesum fakbólkum:

  • Ergoterapeutar
  • Fysioterapeutar
  • Heilsuhjálparar
  • Heilsurøktarar
  • Námsfrøðingar
  • Sjúkrarøktarfrøðingar
  • Sosialráðgevar

Umsøkjarar við aðrari bakgrund eru eisini vælkomnir at søkja.

Vit vænta

Vit vænta, at tú hevur eina jaliga menniskjafatan, og at tú fært borgaran at kenna seg virdan, hoyrdan og sæddan. Tú ert tænastusinnað/-ur og vilt virka fyri, at borgarin verður settur í miðdepilin. Dentur verður lagdur á gott samstarv og áræði. Vit vænta okkum tolnar, fyrikomandi og hjálpsamar starvsfelagar, sum trívast í einum umskiftandi arbeiðsdegi.

 

TRIVNAÐARTÆNASTUR

Starvstíð og -stað

Tíðarskeiðið er frá 1. juni 2025 til 31. august 2025. Tú ert eisini vælkomin at søkja, hóast tú ikki ert tøk/-ur alt tíðarskeiðið. Arbeitt verður í flestu førum í skiftandi vaktum allar dagar í viku. Trivnaðartænastur fevna um alt landið. Á umsóknarsíðuni velur tú, hvar í landinum tú kanst arbeiða.

Tú kanst eisini søkja um at vera avloysari annars - ikki bert í summar.

Førleikar

Vit leita fyrst og fremst eftir útbúnum umsøkjarum ella umsøkjarum undir útbúgving í fakbólkunum nevndir omanfyri, men onnur eru eisini vælkomin at søkja.

Uppgávur

Í trivnaðartænastum er talan um fjølbroyttar og ymiskar arbeiðsuppgávur, alt eftir, um talan er um bústovn, stuðulstilboð ella dagtilboð.

Á bústovni eru uppgávurnar m.a. at skapa eitt heim og at stuðla borgarum í persónligum viðurskiftum og teimum avbjóðingum, sum teir møta í gerandisdegnum.

Stuðulstilboðini hava til endamáls at stuðla heimabúgvandi borgarum, soleiðis at teir fáa møguleika at liva eitt so sjálvstøðugt og virkið lív, sum til ber. Sum stuðul fert tú at arbeiða í heiminum hjá fólki og har, tey dagliga ferðast.

Í dagtilboðum verður arbeitt í toymi, og dentur verður m.a. lagdur á at stimbra og menna evnir, sans og kropp hjá hvørjum einstøkum borgara.

Á øllum økjum í trivnaðartænastum verður dentur lagdur á sjálvsavgerðarrættin hjá tí einstaka, menning og sjálvbjargni. Í hesum sambandi verður vælferðartøkni av og á brúkt – m.a. appir sum samskiftisamboð og amboð til at skipa gerandisdagin við.

Starvsøkini í trivnaðartænastunum fevna um autismu, barnaverndarstovnar, likamligt brek, menningartarn, sosialpsykiatri og virknistænastur. Les meira um økini her.

Barnaváttan

Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur Almannaverkið skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Setanar - og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið. Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið, Heilsuhjálparafelag Føroya, Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelag Føroya og Starvsfelagið.

 

SOSIALRÁÐGEVAR (Arbeiðsbúgving, Borgaratænastan og Børn og ung)

Starvstíð og -stað

Tíðarskeiðið er frá 1. juni 2025 til 31. august 2025. Tú ert eisini vælkomin at søkja, hóast tú ikki ert tøk/-ur alt tíðarskeiðið. Størvini eru fulla tíð ella eftir avtalu, og arbeitt verður vanliga mánadag til fríggjadag. Starvsstaðurin er í Havn.

Førleikar

Tú hevur útbúgving sum sosialráðgevi ella ert sosialráðgevalesandi.

Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi starvsroyndir, breiða vitan um sosialfakligt arbeiði og kunnleika til telduskipanina Heildarskipan. Somuleiðis kann tað vera ein fyrimunur, um tú hevur fyrisitingarligar royndir og viðkomandi kunnleika til almennar myndugleikar og samstarvsfelagar hjá Almannaverkinum.

Uppgávur

Uppgávurnar eru sosialráðgevauppgávur í breiðari merking og fevnir arbeiðið m.a. um ráð og vegleiðing, at gera tilmæli í sambandi við umsóknir um fyritíðarpensjón, eins og fyrifallandi skrivstovuuppgávur. Les meira um deildirnar Arbeiðsbúgving, Borgaratænastan og Børn og ung her.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið. Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Sosialráðgevastørv eru flokkað sum bachelor, meðan størv, sum verða sett við sosialráðgevalesandi, eru flokkað í 3. lønarflokki.

 

Umsókn og freist

Søk við at trýsta á tann grøna knøttin "Søk starvið". Send tína umsókn skjótast gjørligt og í seinasta lagi 18. mai 2025 kl. 23.00. Legg merki til, at umsóknir til trivnaðartænastur verða viðgjørdar, so hvørt tær koma inn.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til hr@av.fo.

Almannaverkið strembar eftir at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum til Føroya fólk á øllum virkisøkjum stovnsins.

Almannaverkið umsitur fyri góðar 2,2 milliardir krónur á løgtingslógini fyri 2025, og til samans starvast meira enn 1200 fólk í Almannaverkinum.

Leiðslan í Almannaverkinum er skipað við almannastjóra, fíggjarstjóra, trivnaðarstjóra og viðskiftastjóra. Trivnaðardepilin umsitur allar trivnaðartænastur, og Viðskiftadepilin umsitur sosiala fyrisiting og útgjald av veitingum.

Almannaverkið virkar um allar Føroyar og veitir umleið 1000 trivnaðartænastur til fleiri enn 800 borgarar, ið fáa tænastur á bústøðum, verkstøðum, dag- og frítíðartilboðum, umlættingartilboðum, stuðulstilboðum og barnavernd í fleiri enn 88 bygningum kring alt landið. Umleið 18.000 hjálpartól eru lænt út at betra um lívið hjá borgarum og fleiri enn 950 borgarar fáa endur- og viðlíkahaldsvenjing fyri at vinna førleikan aftur. Hvørt ár gera vit 240.000 peningaflytingar og taka 16.300 avgerðir.

Endamálið hjá Almannaverkinum er at skapa tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív. Hesum stremba starvsfólkini eftir at røkka við at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Almannaverkið leggur dent á javnvirði, eldhuga, trivnað, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap í gerandisdegnum, og virðini skulu endurspeglast í øllum virki okkara.

Workplace
Norðuroyggjar, Eysturoy, Streymoy, Vágar, Sandoy, Suðuroy
Work hours
Attachments

Application due
18.05.2025
Questions regarding the position
[Project.ContactPerson1.ProfileImage-]
 
[Project.ContactPerson2.ProfileImage-]
 
[Project.ContactPerson3.ProfileImage-]
 
Homepage
http://av.fo/
Follow us