Summarstørv og avloysararstørv í Klaksvík

Almannaverkið søkir eftir fólkum til summarstørv og avloysarastørv at arbeiða í Klaksvík.

Talan er um størv í:

  • Sambýlið Kelduskákið
  • Sambýlið Mýruveg 13
  • Búfelagsskapurin á Heygavegi
  • Bú- og viðgerðarstovnurin í Jústabrekku

Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum allar dagar í viku.

Arbeiðsuppgávur

Uppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar. Vit arbeiða fyri, at borgarar fáa tænastu á høgum støði. Vit leggja dent á møguleikar heldur enn forðingar og miða eftir at skipa rætta námsfrøðiliga stuðulin og umsorganina til tað einstaka búfólkið.

Vit arbeiða eftir KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har vit tilvitað arbeiða viðurkennandi við relatiónum og út frá sterku síðum borgarans. Vit arbeiða bæði fyri at menna førleikar og halda verandi førleikar við líka.

Førleikar

Øll eru vælkomin at søkja, men vit ynskja fyrst og fremst avloysarar við útbúgving ella sum eru lesandi innan fakbólkarnar námsfrøðingur, sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari, heilsuhjálpari, ergoterapeutur, fysioterapeutur ella sosialráðgevi.

Væntanir

Vit vænta, at tú hevur eina jaliga menniskjafatan, og at tú fært borgaran at kenna seg virdan, hoyrdan og sæddan. Tú ert tænastusinnað/-ur og vilt virka fyri, at borgarin verður settur í miðdepilin. Dentur verður lagdur á gott samstarv og áræði. Vit vænta okkum tolnar, fyrikomandi og hjálpsamar starvsfelagar, sum trívast í einum umskiftandi arbeiðsdegi.

Vit kunnu bjóða

  • Eitt spennandi starv við fjølbroyttum uppgávum, við møguleika fyri fakligari og persónligari menning.
  • Góða upplæring.
  • Góðar arbeiðsumstøður, har dentur verður lagdur á trivna og fakligheit.

Barnaváttan

Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur Almannaverkið skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Bústaðir Sosialnámsfrøði 1 og Bústaðir Sosialnámsfrøði 2 . Tann, ið verður sett/-ur, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Tú verður lønt/-ur við tímaløn sambært einum av hesum sáttmálunum, sum Fíggjarmálaráðið hevur við: Føroya Pedagogfelag fyri námsfrøðingar, Føroya Pedagogfelag fyri hjálparfólk, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið, Heilsuhjálparafelag Føroya, Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelag Føroya ella Starvsfelagið.

Umsókn

Tú søkir við at trýsta á grøna knøttin "Søk starvið".

Freist

Eingin umsóknarfreist er, og umsóknir verða viðgjørdar so hvørt, tær koma inn. Vit seta okkum í samband við teg í seinasta lagi ein mánað eftir, at umsóknin varð móttikin.

Nærri upplýsingar

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Margee Dam, leiðara, tlf. 297710, Morid Mikkelsen, leiðara, tlf. 297676, Asta í Toft, leiðara, tlf. 297433 ella til Nancy Poulsen, leiðara, tlf. 297443.

Almannaverkið strembar eftir at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum til Føroya fólk á øllum virkisøkjum stovnsins.

Almannaverkið umsitur fyri góðar 2,2 milliardir krónur á løgtingslógini fyri 2025, og til samans starvast meira enn 1200 fólk í Almannaverkinum.

Almannaverkið virkar um allar Føroyar og veitir umleið 1000 trivnaðartænastur til fleiri enn 800 borgarar, ið fáa tænastur á bústøðum, verkstøðum, dag- og frítíðartilboðum, umlættingartilboðum, stuðulstilboðum og barnavernd í fleiri enn 88 bygningum kring alt landið. Umleið 18.000 hjálpartól eru lænt út at betra um lívið hjá borgarum og fleiri enn 950 borgarar fáa endur- og viðlíkahaldsvenjing fyri at vinna førleikan aftur. Hvørt ár gera vit 240.000 peningaflytingar og taka 16.300 avgerðir.

Endamálið hjá Almannaverkinum er at skapa tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív. Hesum stremba starvsfólkini eftir at røkka við at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Almannaverkið leggur dent á javnvirði, eldhuga, trivnað, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap í gerandisdegnum, og virðini skulu endurspeglast í øllum virki okkara.

Workplace
Norðuroyggjar
Work hours
Skiftandi
Attachments

Application due
31.12.2027
Questions regarding the position
[Project.ContactPerson1.ProfileImage-]
Margee Dam 
Leiðari
[Project.ContactPerson2.ProfileImage-]
Morid Mikkelsen 
Leiðari
[Project.ContactPerson3.ProfileImage-]
Asta í Toft 
Leiðari
Homepage
http://av.fo/
Follow us