Deildin Hjálpartól og tulking í Almannaverkinum søkir eftir einum ergo- ella fysioterapeuti, sum hevur eginleikan at finna røttu loysnirnar - røttu hjálpartólini - ið geva borgarum okkara eitt sjálvstøðugari og betri lív.
Um starvið
Talan er um eitt fast starv 40 tímar um vikuna at seta frá 1. septembur ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður gerandisdagar í dagtímunum. Møguleiki er fyri tillaging av tímunum. Starvsstaðurin er í Havn.
Arbeiðsuppgávur
Fremsta uppgávan hjá deildini er at veita fólki, sum hava varandi tørv á hjálpartólum fyri at liva eitt meira sjálvbjargið lív, røttu tólini og røttu loysnirnar. Mangan er talan um lívsbroytandi hendingar, sum venda lívinum hjá teimum á høvdið. Skaðin, brekið ella sjúkan seta stór krøv til tann einstaka, foreldrini og avvarðandi annars.
Okkara uppgáva er at eyðmerkja avbjóðingarnar, finna røttu loysnirnar og seta neyðugu broytingarnar í verk. Talan er um alt frá koyristólum, lyftum, tólum at ganga við, íbúðarbroytingum, stuðli til serútgerð til bil og stuðul til kassabil. Felags fyri avbjóðingarnar er, at støði skal takast í avbjóðingum og varandi tørvi hjá tí einstaka.
Hetta er ein serlig uppgáva, sum krevur, at tú dugir at síggja borgaran, familjuna, umhvørvið, viðkomandi livir og ferðast í og ikki minst tøku hjálpartólini í eini heild, og dugir at finna røttu loysnina. Hetta er eitt starv, har tú hevur møguleika at gera mun.
Vit vegleiða og ráðgeva eisini øðrum almennum myndugleikum um hesi evni og um nýbyggingar til fólk við virkistarni.
Uppgávan hjá okkum er at finna røttu loysnirnar, og tí eru vit eisini úti hjá borgaranum, men nógv er eisini at gera við skrivaraborðið. Starvsfólk verða upplærd í at arbeiða innan økið og verða boðin førleikamennandi skeið eftir avtalu.
Tænastur okkara fevna um alt landið, so tí má roknast við ferðing/koyring.
Førleikakrøv
Útbúgving sum løggildur ergo- ella fysioterapeutur og koyrikort til bil. Neyðugt er at duga føroyskt á skrift og talu.
Væntanir
Vit leita eftir umsøkjara, sum dugir at seta seg inn í ta mangan torføru støðu, sum borgarar eru í. Vit hava tørv á einum terapeuti við royndum innan hjálpartóla økið, sum dugir at arbeiða sjálvstøðugt, kann taka avgerðir í truplum støðum, dugir at síggja heildir, finna loysnir og sum hóskar væl til okkara fjølbroytta starvsfólkatoymi, bæði fakliga og persónliga.
Vit leggja dent á áræði, forvitni, sterkar samstarvseginleikar við bæði starvsfelagar, aðrar fakbólkar, borgarar og avvarðandi. Umráðandi er at kunna umstilla seg til nýggjar upplýsingar og avbjóðingar. Neyðugt er at duga at finna góðu loysnirnar, sum rúmast innan verandi lógarkarm.
Vit vænta eisini, at tú hevur hug og hegni at skjalfesta, hevur góðar telduførleikar, dugir at samskifta í samstarvinum við okkara skipanir og aðrar almennar myndugleikar.
Vit vænta, at tú ert við í at stuðla upp undir bæði tann fakliga og sosiala partin á deildini.
Vit kunnu bjóða
Eitt gott arbeiðspláss við virkisfúsum og dugnaligum starvsfólkum. Vit bjóða eitt spennandi, avbjóðandi og fjølbroytt starv við møguleika fyri fakligari og persónligari menning. Tú verður partur av einum fjølbroyttum toymi og fert at samstarva við okkara verkstaðsfólk, goymslufólk, ráðgeva, ergo- og fysioterapeutar og deildarleiða í einum mennandi umhvørvi.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið, við tænastu í løtuni í Fyrisitingini, Hjálpartól og tulking. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Lønar- og setanarviðurskiftini eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Ergoterapeutfelagið ella Fysioterapeutfelag Føroya.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin "Søk starvið"
Freist
Freistin at søkja er 15.08.2026 kl. 23.00.
Nærri upplýsingar
Eru spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sigrun Mikkelsen, deildarleiðara, á telefon 238316.
Almannaverkið strembar eftir at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum til Føroya fólk á øllum virkisøkjum stovnsins.
Almannaverkið umsitur fyri góðar 2,2 milliardir krónur á løgtingslógini fyri 2025, og til samans starvast meira enn 1200 fólk í Almannaverkinum.
Almannaverkið virkar um allar Føroyar og veitir umleið 1000 trivnaðartænastur til fleiri enn 800 borgarar, ið fáa tænastur á bústøðum, verkstøðum, dag- og frítíðartilboðum, umlættingartilboðum, stuðulstilboðum og barnavernd í fleiri enn 88 bygningum kring alt landið. Umleið 18.000 hjálpartól eru lænt út at betra um lívið hjá borgarum og fleiri enn 950 borgarar fáa endur- og viðlíkahaldsvenjing fyri at vinna førleikan aftur. Hvørt ár gera vit 240.000 peningaflytingar og taka 16.300 avgerðir.
Endamálið hjá Almannaverkinum er at skapa tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív. Hesum stremba starvsfólkini eftir at røkka við at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Almannaverkið leggur dent á javnvirði, eldhuga, trivnað, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap í gerandisdegnum, og virðini skulu endurspeglast í øllum virki okkara.