Logo
Reingerðarfólk til Atlantic Airways - summaravloysari

Hevur tú hug at arbeiða í einum fjølbroyttum og livandi umhvørvi í hjartanum av føroysku flogvinnuni?
Atlantic Airways leitar eftir ágrýtnum og álítandi avloysara til reingerðartoymið. Starvið fevnir um reingerð av flogførum og skrivstovuhølum og er ein týdningarmikil liður í at tryggja, at okkara flogfør eru rein og klár til næstu ferð.

Um starvið

Sum partur av reingerðartoyminum verður tú við til at:

  • Vaska og gera flogførini klár til næstu ferð
  • Røkja dagliga reingerð í skrivstovuhølunum hjá Atlantic Airways

Vit vænta, at tú:

  • Ert ábyrgarfull/-ur og álítandi
  • Hevur eitt jaligt lyndi og ert fyrikomandi
  • Trívist við praktiskum arbeiði í skiftandi arbeiðsumhvørvi

Arbeiðstíð og -staður

  • Talan er um avloysarastarv í summar frá juni til august.
  • Arbeitt verður sambært vaktarskipan, eisini um vikuskiftið og heiligdagar
  • Starvsstaðurin er í Vága Floghavn

Til tess at kunna arbeiða á flogvøllinum er krav um reina revsiváttan.

Løn og setanartreytir

  • Løn sambært avtalu
  • Starvið verður sett skjótast til ber ella eftir nærri avtalu

Umsóknarfreist

Hósdagin tann 22. mai 2025.

Trýst á “SØK STARVIД fyri at senda umsókn. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Hevur tú spurningar?

So ert tú vælkomin at seta teg í samband við:

Um okkum

Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Okkara fremstu uppgávur eru at knýta Føroyar nærri umheiminum og at knýta oyggjar saman og skapa tryggleika. Hjá okkum er trygdin í hásæti, og vit vilja veita eitt regluligt, smidligt og fjølbroytt rutunet við Føroyum sum hornasteini og eina framúr góða tænastu.

 

Application due
22.05.2025

Start date


Work hours


Position category


Position type
Reingerð

Workplace
Sørvagur

Contact


Follow us