Logo
Flogteknikarar til Atlantic Airways

Dámar tær at fáast við framkomna tøkni, og kundi tú hugsað tær at verið partur av toyminum, sum tryggjar, at okkara flog­før og tyrlur altíð eru til reiðar at fara á flog? So er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Sum flogteknikari hjá Atlantic Airways fært tú møguleikan at royna teg í einum avbjóðandi og spennandi starvi í dynamiskari fyritøku. Saman við restini av toyminum verður tað tín uppgáva á ein professionellan hátt at halda høgu krøvini, tænastuna og væntanirnar, sum verða sett Atlantic Airways.

Starvið

Tú verður partur av deildini Part 145. Uppgávan verður fyrst og fremst at viðlíkahalda flogfør og tyrlur, umframt at taka tær av ymiskum fyrifallandi uppgávum í hangarinum.

Atlantic Airways syrgir fyri, at tú fært neyðugu skeiðini og undirvísingina, sum fer fram í Føroyum og uttanlands.

Um teg

  • Tað er ein fyrimunur, um tú hevur B1 og/ella B2 við hesum góðkenningum: A320 (CFM56/CFM LEAP-1A) og/ella AW 139 (PT6)
  • Tú skilir tekniskar mannagongdir
  • Málsliga ert tú væl fyri í føroyskum og enskum
  • Tú ert fyrikomandi, álítandi og arbeiðir miðvíst og professionelt
  • Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert ágrýtin og hevur góð samstarvsevnir
  • Tú ert krops- og sálarliga væl fyri
  • Tú ert broytilig/ur (fleksibul)

Afturat hesum er tað eitt krav at hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvallir, herundir fimm ára bakgrundskanning av lívsrensli (cv). 

Arbeiðsstaður

Starvsstaðurin er í hangarinum á flogvøllinum. Talan er um fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir verða ásett eftir nærri avtalu.

Umsókn

Umsókn við lívsrensli (cv), møguligum viðmælum og øðrum viðkomandi tilfari, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 18. januar 2026. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. 

Hevur tú hug at søkja starvið, trýst á "SØK STARVIÐ".

Vilt tú vita meira?

Vinaliga set teg í samband við Richard Johansen, viðlíkahaldsleiðara í Part 145, tel. 213 785, t-post: richard@atlantic.fo ella Heidi Gullaksen, HR leiðara, tel. 213 702, t-post: heidig@atlantic.fo.

Application due
18.01.2026

Start date


Work hours


Position category


Position type
Teknisk deild

Workplace
Sørvagur

Contact


Follow us