Logo
Summaravloysarar til Kundatænastuna hjá Atlantic Airways

 

Summaravloysarar til Kundatænastuna hjá Atlantic Airways

Kundi tú hugsað tær eitt spennandi og fjølbroytt summaravloysarastarv í kundatænastu og ferðavinnu, og hevur tú hegni og vilja til at veita viðskiftafólki okkara fyrstafloks tænastu? So er tað møguliga tær, vit leita eftir til toymið í okkara Kundatænastu.

Atlantic Airways er ein dynamisk altjóða fyritøka, har kundatænasta og -røkt í heimsflokki eru ein hornasteinur undir øllum tí, vit gera. Hetta er ikki bara neyðugt, men altavgerandi fyri, at vit framhaldandi kunnu reka og menna okkara tjóðarflogfelag, har vit knýta Føroyar at umheiminum og gera Føroyar atkomuligar.

Starvið

Talan er um summarstarv, har arbeitt verður í skiftandi vaktum. Arbeiðstíðin er vanliga millum klokkan 06 og 21 allar dagar í vikuni, men tað kann stundum vera neyðugt við úrtíðararbeiði. 

Sum partur av Kundatænastuni hjá Atlantic Airways verður tað tín uppgáva at:

  • Innskriva og boarda ferðafólk til fráferðir hjá flogførum og tyrlu
  • Hjálpa ferðandi við serligum tørvi í sambandi við fráferðir og komur hjá flogførunum
  • Avgreiða fyrispurningar frá viðskiftafólkum
  • Taka tær av ymiskum fyrifallandi uppgávum á deildini og øðrum up við fráferðir og komur

Vit leita eftir tær, sum:

  • Hevur áhuga í kundatænastu og ferðavinnu
  • Ert smílandi og vinalig/-ur av lyndi
  • Hevur góðar samskiftisførleikar í føroyskum, norðurlendskum og enskum
  • Hevur góðar telduførleikar
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Dugir at síggja loysnir heldur enn forðingar
  • Trívist í umhvørvi, har tað ofta hendir nógv

Tað er eitt krav, at tú ert 18 ár, og tað er somuleiðis eitt krav at hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvallir, herundir fimm ára bakgrundskanningina av lívsrensli (cv).

Tað er ikki krav um ávísa fakliga bakgrund, men kann verða ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan flogvinnu, tænastu ella  við Amadeus bíleggingarskipanini.

Arbeiðstíð og -staður

Talan er um tímalønt parttíðarstarv í skiftandi vaktum í tíðarskeiðnum frá áleið 1. mai til 31. august 2026. Møguleiki er fyri at byrja áðrenn 1. mai ella seinni sambært avtalu. Tó skulu tey, ið sett verða, kunna koma til upplæring og skeið áðrenn starvsbyrjan. Tá talan er um frítíðaravloysarar, ber ikki til at fáa feriu í avloysaratíðarskeiðnum.

Starvsstaðurin er á flogvøllinum.

Umsókn

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Hevur tú hug at søkja avloysarastarv í okkara Kundatænastu, trýst á “Søk starvið”. Umsóknarfreistin er sunnudagin 15. mars 2026.

Vilt tú vita meira?

Vinaliga set teg í samband við Kristinu Fossaberg, leiðara fyri Kundatænastuna, tel. 21 37 40, t-postur kristina@atlantic.fo, ella við Heidi Gullaksen, HR leiðara, tel. 21 37 02, t-postur heidig@atlantic.fo.

 

 

Application due
15.03.2026

Start date
01.05.2026

Work hours


Position category


Position type

Workplace


Contact
Kristina Fossaberg
Leiðari


Follow us