Logo
Starvsfólk til Kundatænastuna hjá Atlantic Airways

Brennur tú fyri ferðavinnu, og hevur tú eisini hegni og vilja til at veita okkara viðskiftafólki fyrstafloks tænastu? So er tað møguliga tær, vit leita eftir til okkara Sølu & Kundatænastu.

Atlantic Airways er ein dynamisk altjóða fyritøka, har kundatænasta og -røkt í heimsflokki eru hornasteinur undir øllum tí, vit gera. Hetta er ikki bara neyðugt, men altavgerandi fyri, at vit framhaldandi kunnu reka og menna okkara tjóðarflogfelag, har vit knýta Føroyar at umheiminum og gera Føroyar atkomuligar.

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, so hevur tú nú møguleikan at gerast partur av og vera millum tey hepnu, ið hava dagligt samband og beinleiðis samskifti við okkara viðskiftafólk.

Starvið
Sum partur av Sølu & Kundatænastuni hjá Atlantic Airways verður tað tín uppgáva at:

  • Avgreiða ferðafólk í sambandi við fráferðir og komur hjá flogførum og tyrlum
  • Arbeiða í bíleggingarskipanini Amadeus
  • Avgreiða fyrispurningar frá viðskiftafólkum og veitarum
  • Avgreiða fyrispurningar viðvíkjandi seinkaðum og skaddum viðføri
  • Taka tær av ymiskum fyrifallandi uppgávum á deildini

Um teg
Vit leita eftir tær, sum:

  • Hevur áhuga í kundatænastu og ferðavinnu
  • Ert smílandi og vinalig/-ur av lyndi
    Hevur góðar samskiftisførleikar á føroyskum, norðurlendskum og enskum
  • Hevur góðar telduførleikar
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Dugir at síggja loysnir heldur enn forðingar
  • Trívist í umhvørvi, har tað ofta hendir nógv

Tað er ein fyrimunur, um tú kennir bíleggingarskipanina Amadeus, men tað er ikki eitt krav. Hinvegin er tað eitt krav, at tú ert fylt/-ur 18 ár.

Afturat hesum er tað eitt krav at hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvallir, herundir fimm ára bakgrundskanningina av lívsrenlsi (cv).

Arbeiðstíð og -staður

Talan er um fulltíðarstarv. Arbeiðstíðin er vanliga millum klokkan 7 og 21 allar dagar í vikuni, og tað kann vera neyðugt við úrtíðararbeiði. Løn og eftirløn verða ásett eftir galdandi sáttmála.

Starvsstaðurin er á flogvøllinum.

Umsókn

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Hevur tú hug at søkja starvið í okkara sølu- og kundatænastu, trýst á “Søk starvið”. Umsóknarfreistin er 16. August 2026 við setan 1. Septembur ella eftir nærri avtalu. Samrøður við umsøkjarar verða leypandi.

Vilt tú vita meira?

Vinaliga set teg í samband við Kristinu Fossaberg, leiðara á Kundatænastuni, tel. 21 37 40, t-postur kristina@atlantic.fo, ella Báru Sólheim Guttesen, HR umsitara, tel. 514950, t-postur baras@atlantic.fo.

 

Application due
16.08.2026

Start date
Byrja skjótast til ber

Work hours


Position category


Position type
Sølu- og kundatænasta

Workplace
Sørvagur

Contact


Follow us