Verkstað
Samskipari til verkstaðið hjá ArtiCon

Dámar tær at samskifta, planleggja og loysa tekniskar avbóðingar saman við starvsfólki og kundum? So er hetta møguleikin hjá tær!

Vit leita eftir einum eldhugaðum samskipara við tekniskum førleikum til okkara verkstað á Hjalla 20.

Verkstaðið fevnir um eina smiðju og tekniskt viðlíkahald av entreprenørmaskinum, lastbilum og bilum. Vit eru eisini Volvo umboð fyri entreprenør maskinur í Føroyum.

Tínar uppgávur:

  • Samskifta við kundar og skjalprógva uppgávur.
  • Skipa eftirlit við egnum maskinum og bilum.
  • Tryggja gott yvirlit og munadygga planlegging av verkstaðsuppgávum.
  • Samstarva við kundar og starvsfólk um tekniskar loysnir.

Vit leggja dent á, at tú ert:

  • Álitsvekjandi og fyrikomandi.
  • Nærløgd/nærlagdur og skipað/-ur.
  • Sjálvstøðug/-ur og klár/ur at taka eyka tøk, tá ið  tað er neyðugt.
  • Tilvitað/ur um trygdina- og trivnaðin á arbeiðsplássinum.
  • Dugir væl at samskifta - bæði innanhýsis og uttanhýsis.
  • Tænastusinnað/-ur og tekur ábyrgd fyri kundaupplivingini.

Fakligu førleikarnir, vit leita eftir:

  • Tekniskari útbúgving t.d. maskinmeistari ella tilsvarandi.
  • Drúgvar royndir innan økið.
  • Dugir og trívist við at arbeiða við telduskipanum.
  • Klárar samskifti á norðurlendskum og enskum.

Vit bjóða:

  • Eitt gott arbeiðsumhvørvi.
  • Fokus á dygd, trygd og trivnað
  • Persónliga og fakliga førleikamenning
  • Møguleikan at skipa tín egna arbeiðsdag saman við starvsfeløgum og leiðslu.
  • Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.

Ert tú tann, vit leita eftir?

Send okkum eina umsókn – vit gleða okkum at hoyra frá tær!

 

Application due
25.03.2025

Start date
Byrja skjótast til ber

Work hours


Position category
Handverkari

Position type
Verkstaðið

Workplace
Føroyar

Contact
Jónas á Stongum 
Verkstaðsleiðari
+298 350700
+298226162
 
 
 


Follow us