Verkstað
Mekanikari

Mekanikari við rullandi verkstaði

Tú trívist ikki á kontóri – tú skalt vera úti á plássinum, har maskinur, dumparar, kranar og tøkni skulu rigga hvørja ferð. Vit leita eftir einum mekanikara við hegni og huga at arbeiða sjálvstøðugt á okkara byggiplássum kring alt landið.

Tú fert at hava egnan væl útbúnan verkstaðsbil – tín amboðskassi á hjólum – og vera lykilin til, at arbeiðið ikki steðgar.

Okkum tørvar eisini mekanikara á sjálvt verkstaðið á Hjalla, so tað er ikki avgerðandi fyri at søkja, um tú heldur ynskir at verða á sjálvum verkstaðnum.

Mekaniska deildin fast serliga við at servicera og feilfinna. Tað liggur væl fyri hjá tær at feilfinna mekaniskar, hydrauliskar og elektriskar trupuleikar á maskinum v.m. 

Vit bjóða

  • Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.
  • Eitt gott arbeiðsumhvørvi bæði likamliga og sálarliga.
  • Nútímans útgerð.
  • Eitt fjølbroytt  og gott arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, trygd og trivnað.
  • Persónlig og fakliga førleikamenning.
  • Menning av førleikum innan Volvo entreprenørmaskinur, ið eru partur av okkara umboðan.
  • At verða ein partur av einum væl virkandi toymi, so tín daglig dagur gevur góða menning bæði persónliga, sosialt og fakliga.
  • Spennandi og fjølbroyttar uppgávur.

Vit vænta, at tú:
•    er røkin og álítandi
•    ert arbeiðssom/-samur
•    ert sjálvstøðug/ur
•    Brennir fyri omanfyri nevndu uppgávum
•    Smittar góða lagi har tú kemur


Verkstaðið hjá Articon heldur til á Hjalla
Í toyminum á verkstaðnum eru 23 fólk. Vit arbeiða m.a. við klárgerð, service, feilfinning og umvæling av bilum, stórbilum og entreprenørmaskinum. Vit hava eina stáldeild í framleiðir og uppsetur stálkonstruktiónir og gerð umvælingar - alt frá smáðum uppgávum til størri kai anlegg. Eisini taka vit okkum av at byggja og umvæla ymiskar tekniskar skipanir. Vit leggja stóran dent á góðan trivna.

 

Application due
17.11.2025

Start date
Byrja skjótast til ber

Work hours


Position category
Handverkari

Position type
Verkstaðið

Workplace


Contact
Jónas á Stongum 
Verkstaðsleiðari
+298 350 700
+298 226 162
 
 
 


Follow us