Betongtoymið
Arbeiðsfólk til betongarbeiði

Arbeiðsfólk til betongarbeiði

Hevur tú hug at arbeiða í einum mennandi og fjølbroyttum umhvørvi, har tú fært nýggjar avbjóðingar hvønn dag?

Vit leita eftir álítandi og arbeiðssomum starvsfólki til betongarbeiði á okkara byggiplássum. Tú fert at arbeiða saman við dugnaligum starvsfeløgum og fáa møguleika at mennast í einum tryggum og skipaðum arbeiðsplássi.

Vit bjóða

  • Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.
  • Nútímans útgerð.
  • Eitt fjølbroytt  og gott arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, trygd og trivnað.
  • Persónlig og fakliga førleikamenning.
  • At verða ein partur av einum væl virkandi toymi, so tín daglig dagur gevur góða menning bæði persónliga, sosialt og fakliga.
  • Spennandi og fjølbroyttar uppgávur.

Arbeiðsøkini innan betong eru:

  • Gera klárt at forskalla
  • Forskalla
  • Binda og bukka jarn
  • Gólvstoyping
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur

Tín vangamynd

  • er røkin og álítandi
  • er arbeiðsom/-samur
  • hevur góð samstarvsevnir
  • Trívist væl at arbeiða úti

Løn og setanartreytir

Starvið verður sett skjótast til ber. Lønin og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.

 

Application due
16.02.2026

Start date
Byrja skjótast til ber

Work hours


Position category
Ófaklærd

Position type
Bygging

Workplace
Føroyar

Contact
Dánjal Pauli í Búðini 
Verkætlanarleiðari
216158
216158
 
 
 


Follow us